Black WeekSí tilboðið

Heimasíður og nethandlar í Føroyum, Grønlandi og Danmark

Kodio ger heimasíður til fyritøkur og stovnar í Føroyum, Grønlandi og Danmark. Vit byggja heimasíðurnar á Ease, stýrisskipanina, sum Kodio sjálvt hevur ment, og við Ease er tað einfalt og lætt at umsita tína heimasíðu. Skalt tú selja á netinum, so hevur Kodio verið Shopify partnari síðani 2025.

Mánadag til fríggjadag kl. 08.00–16.00

Kodio hevur gjørt 400+ heimasíður

Hvør fær heimasíðu frá Kodio?

Vit gera heimasíður til tey, sum vilja siga sínum málbólki, hvat tey hava at bjóða – alt frá smáum privatum fyritøkum til almennar stovnar.

  • Smáar og stórar fyritøkur
  • Almennir stovnar
  • Nethandlar

Heimasíður í tølum

Kodio hevur gjørt 400+ heimasíður og sniðgivið 200+ búmerki. Millum kundar okkara eru Avannaata Kommunia, Odense Lufthavn, Norðoya Sparikassi, Betri Banki og Vága Floghavn. Kodio vann heitið Ársins íverkseti 2023.

heimasíður
400+
Shopify partnari síðani
2025
Ársins íverkseti
2023

Hetta fært tú við eini heimasíðu frá Kodio

Vit fylgja tær allan vegin, heilt frá ætlan til útføring.

  • Heimasíða bygd á Ease

    Ease er stýrisskipanin hjá Kodio. Við Ease er tað einfalt og lætt at umsita tína heimasíðu.

  • Nethandil á Shopify

    Kodio hevur verið Shopify partnari síðani 2025 og kann byggja tín nethandil á Shopify.

  • Búmerki og samleiki

    Vit gera eisini búmerki og sjónligan samleika, so heimasíðan og búmerkið hanga saman.

  • Teldupostur

    Sum Google Workspace umboð síðani 2020 kunnu vit eisini veita tykkum teldupost.

Hvat kostar ein heimasíða?

Prísurin veldst um, hvat tú hevur brúk fyri. Set teg í samband við søluna, so gera vit eitt tilboð, sum hóskar til tín.

Ofta settir spurningar

Fanst tú ikki svarið? Ring til søluna, so hjálpa vit tær.

+298 20 00 00
Hvør ger heimasíður í Føroyum?
Kodio ger heimasíður til fyritøkur og stovnar í Føroyum, Grønlandi og Danmark og hevur higartil gjørt 400+ heimasíður.
Hvat er Ease?
Ease er stýrisskipanin (CMS), sum Kodio sjálvt hevur ment. Við Ease er tað einfalt og lætt at umsita tína heimasíðu.
Kunnu vit sjálv dagføra heimasíðuna?
Ja. Ease er gjørt soleiðis, at tit sjálv kunnu umsita heimasíðuna á ein einfaldan hátt.
Kann Kodio gera ein nethandil?
Ja. Kodio hevur verið Shopify partnari síðani 2025 og kann byggja tín nethandil á Shopify.
Ger Kodio heimasíður í Grønlandi og Danmark?
Ja. Kodio hevur kundar í Føroyum, Grønlandi og Danmark.
Er Kodio tað sama sum Qodio, Krea og Faroe Media?
Ja. Qodio, Krea og Faroe Media eru fyrrverandi nøvn á Kodio.
Hvat kostar ein heimasíða?
Prísurin veldst um, hvat tú hevur brúk fyri. Ring til søluna á +298 20 00 00, so gera vit eitt tilboð.

Set teg í samband við okkum

Tosa við okkara søludeild

Ring til okkara á +298 20 00 00 ella vitja okkum á Heiðavegi 100, 2. hædd, 600 Saltangará. Vit hava opið mánadag til fríggjadag kl. 08.00–16.00. Tú kanst eisini senda okkum boð við forminum her.