Einfalda heimasíðu við .
Vit byggja síðuna upp. Tú heldur hana við líka sjálvur — uttan at kunna kota og uttan at ringja eftir okkum fyri hvørja broyting.
Prísur úr 15.000 kr. 5.000 kr. Black Week · 20.–29. november 2026
Rulla niður
Grundpakkin — 5.000 kr.
Grundpakkin kostar 5.000 kr. Hvørt modul, tú velur, legst afturat — og tú sært tølini broytast, meðan tú velur.
Heimasíða við egnum búmerki, litum og innihaldi.
Forsíða
- Síðuhøvd
- Myndasýning
- Tíðindi
- Búmerkjaveggur
- Snarvegir
- Ummæli
- Avrik / Verkætlanir / Tilvísingar
- Harmoniku felt
- Um okkum
- Síðufótur
Innihaldslutir
- Tekst og myndir
- Myndasavn
- Listar
Eyka modulir og tilval
Umsóknarfrymil
Fyll út, so venda vit aftur við einum tilboði og einum uppskoti um, hvussu síðan kann byggjast upp.
Tú arbeiðir á síðuni
Skjótt, lætt og trygt
Skjótt
Ein nýggj grein er á netinum um fáar minuttir. Tú skalt ikki bíða eftir okkum fyri at broyta eitt klokkuslett ella skifta eina mynd.
Lætt
Tú skrivar beint á síðuni — tekstur, myndir, skjøl og leinkjur, uttan at kenna til kotu og forritan. Lætt og ómakaleyst.
Trygt
Trygdaravrit hvønn dag, dagførd hýsing og SSL frá fyrsta degi. Vit halda skipanina við líka — tú røkir innihaldið.
Hvat er ease?
Ease er ein skipan til innihaldsumsiting (CMS), sum vit sjálv mentu í 2013. Skipanin er brúkaravinarlig og krevur ongar serligar royndir við at gera heimasíður. Tað merkir, at øll kunnu vera við til at halda tykkara heimasíðu dagførda.
Hvørjir eru fyrimunirnir?
Lætt at brúka
Ease er brúkaravinarligt og einfalt at brúka – eisini hjá tær, sum hevur lítlar ella ongar royndir við innihaldsumsiting.
Spar tíð og pengar
Við ease sparir tú bæði tíð og pengar. Einføld umsiting gevur tær betri tíð til tað, sum tú helst vilt fáast við.
Eitt einfalt backend
Einki óneyðugt hóvasták. Rita inn, har tú ert, og ger tær broytingar, tú hevur tørv á. So einfalt er tað.
Vel sjálv/ur innihaldið
Tekstir, tíðindi, tíðindabrøv, myndir, myndasøvn, HTML, vikuætlanir og nógv annað. Tú avgert sjálv/ur, hvørjir tættir skulu vera á hvørjari síðu.
Tillagað eftir tínum brandi
Set heimasíðuna upp, júst sum tú vilt, so hon hóskar til títt brand og vendir sær til tín málbólk.
Ongar avmarkingar
Einki mark er fyri, hvussu nógvar undirsíður heimasíðan kann hava, ella hvussu nógvir umsitarar kunnu brúka skipanina.
Soleiðis arbeiða vit
- Vit byrja við einum fundi, har vit tosa um ynski tíni, væntanir og tíðarfreistir.
- Vit gjøgnumganga bygnaðin á heimasíðuni – navigatión, leinkjur, URL-adressur o.a.
- Vit betra um UX (brúkarauppliving) og design á heimasíðuni.
- Menning og forritan.
- Vit lata tær nýggju heimasíðuna og tryggja, at alt er klárt at taka í nýtslu.
Hetta er ikki ein fullfíggjaður listi. Hevur tú tørv á hjálp til ávísar tøkniligar avbjóðingar, ella hevur tú onnur ynskir og hugskot, taka vit sjálvandi hædd fyri tí í tilgongdini.