Niðritíð á tænastum: Vit gera fyribyrgjandi trygdartiltøk, og ávísar tænastur kunnu vera ávirkaðar

Relax. Tak tað róligt við ease.

Hvat er ease?

Ease er ein skipan til innihaldsumsiting (CMS), sum vit sjálvi mentu í 2013. Skipanin er brúkaravinarlig og krevur ongar serligar royndir við at gera heimasíður. Tað merkir, at øll kunnu vera við til at halda tykkara heimasíðu dagførda.

kodio.fo
ease.fo/dashboard

Hvørjir eru fyrimunirnir?

Lætt at brúka

Ease er brúkaravinarligt og einfalt at brúka – eisini hjá tær, sum hevur lítlar ella ongar royndir við innihaldsumsiting.

Spar tíð og pengar

Við ease sparir tú bæði tíð og pengar. Einføld umsiting gevur tær betri tíð til tað, sum tú helst vilt fáast við.

Eitt einfalt backend

Einki óneyðugt hóvasták. Rita inn, har tú ert, og ger tær broytingar, tú hevur tørv á. So einfalt er tað.

Vel sjálvur innihaldið

Tekstir, tíðindi, tíðindabrøv, myndir, myndasøvn, HTML, vikuætlanir og nógv annað. Tú avger sjálvur, hvørjir tættir skulu vera á hvørjari síðu.

Tillagað eftir tínum brandi

Set heimasíðuna upp, júst sum tú vilt, so hon hóskar til títt brand og vendir sær til tín málbólk. Heimasíðan kann eisini gerast responsiv, so hon riggar á øllum eindum.

Ongar avmarkingar

Einki mark er fyri, hvussu nógvar undirsíður heimasíðan kann hava, ella hvussu nógvir umsitarar kunnu brúka skipanina.

Soleiðis arbeiða vit

  1. 01

    Vit byrja við einum fundi, har vit tosa um tínar ynskir, væntanir og tíðarfreistir.

  2. 02

    Vit gjøgnumganga bygnaðin á heimasíðuni – navigatión, leinkjur, URL-adressur o.a.

  3. 03

    Vit betra um UX og design á heimasíðuni.

  4. 04

    Menning og forritan.

  5. 05

    Vit lata tær nýggju heimasíðuna og tryggja, at alt er klárt at taka í nýtslu.

Hetta er ikki ein fullfíggjaður listi. Hevur tú tørv á hjálp til ávísar tøkniligar avbjóðingar, ella hevur tú onnur ynskir og hugskot, taka vit sjálvandi hædd fyri tí í tilgongdini.

Set teg í samband við søluna

Vit gleða okkum at hoyra frá tær!

Ring til okkara á +298 20 00 00 ella vitja okkum á Heiðavegi 100, 2. hædd, 600 Saltangará. Vit hava opið mánadag til fríggjadag kl. 08.00–16.00.