Black WeekSí tilboðið

Appmenning í Føroyum, Grønlandi og Danmark

Kodio mennir appir til fyritøkur og stovnar í Føroyum, Grønlandi og Danmark. Vit hava sjálv ment intranetið Intra, sum verður brúkt í 200+ intranet loysnum av 20.000+ brúkarum, og stýrisskipanina Ease. Vit fylgja tær allan vegin, heilt frá ætlan til útføring.

Mánadag til fríggjadag kl. 08.00–16.00

Kodio mennir appir

Hvør fær eina app frá Kodio?

Vit menna appir til tey, sum hava eina hugmynd ella ein tørv, ið ein app kann loysa.

  • Fyritøkur
  • Almennir stovnar

Kodio í tølum

Kodio hevur sjálvt ment intranetið Intra og stýrisskipanina Ease. Millum kundar okkara eru Avannaata Kommunia, Odense Lufthavn, Norðoya Sparikassi, Betri Banki og Vága Floghavn. Kodio vann heitið Ársins íverkseti 2023.

intranet loysnir
200+
brúkarar av Intra
20.000+
Ársins íverkseti
2023

Hetta kunnu vit gera fyri teg

Vit fylgja tær allan vegin, heilt frá ætlan til útføring.

  • Ætlan

    Vit fara saman ígjøgnum, hvat appin skal kunna.

  • Sniðgeving

    Ein app, sum er løtt at brúka og hóskar til tín samleika.

  • Menning

    Vit menna appina.

Hvat kostar ein app?

Prísurin veldst um, hvat appin skal kunna. Set teg í samband við søluna, so gera vit eitt tilboð, sum hóskar til tín.

Ofta settir spurningar

Fanst tú ikki svarið? Ring til søluna, so hjálpa vit tær.

+298 20 00 00
Hvør mennir appir í Føroyum?
Kodio mennir appir til fyritøkur og stovnar. Vit hava eisini sjálv ment intranetið Intra og stýrisskipanina Ease.
Hvussu byrja vit?
Ring til søluna á +298 20 00 00. Vit byrja við at tosa um, hvat appin skal kunna.
Kunnu tit eisini sniðgeva appina?
Ja. Kodio arbeiðir eisini við sniðgeving og hevur sniðgivið 200+ búmerki, so appin kann hóska til tín samleika.
Hvussu stórt er Kodio?
Kodio (Sp/f Kodio) hevur 15 starvsfólk, og stjórin er Reimund Langgaard.
Hvat kostar ein app?
Prísurin veldst um, hvat appin skal kunna. Ring til søluna á +298 20 00 00, so gera vit eitt tilboð.

Set teg í samband við okkum

Tosa við okkara søludeild

Ring til okkara á +298 20 00 00 ella vitja okkum á Heiðavegi 100, 2. hædd, 600 Saltangará. Vit hava opið mánadag til fríggjadag kl. 08.00–16.00. Tú kanst eisini senda okkum boð við forminum her.