Intranet til kommunur, stovnar og fyritøkur í Føroyum, Grønlandi og Danmark
Intra er eitt intranet, sum Kodio hevur ment, og í dag verður tað brúkt í 200+ intranet loysnum av 20.000+ brúkarum. Intra er ætlað kommunum, almennum stovnum, barnagørðum, ellisheimum, nevndum og fyritøkum í Føroyum, Grønlandi og Danmark. Tað ger tað lætt at samskifta, savna upplýsingar og samstarva.
Mánadag til fríggjadag kl. 08.00–16.00

Kodio ger intranetið Intra
Hvør brúkar Intra?
Intra er ætlað teimum, sum hava tørv á einum felags staði til samskifti og upplýsingar.
- Kommunur
- Almennir stovnar
- Barnagarðar
- Ellisheim
- Nevndir
- Fyritøkur

Intra í tølum
Avannaata Kommunia í Grønlandi brúkar Intra. Síðani 2025 hevur Arctic Print selt Intra og veitt stuðul í Grønlandi, og í Danmark kanst tú lesa meira á intranet.dk. Kodio vann heitið Ársins íverkseti 2023.
- intranet loysnir
- 200+
- brúkarar
- 20.000+
- Ársins íverkseti
- 2023
Hetta fært tú við Intra
Intra verður tillagað, so tað passar til ynskini hjá tykkum.
Tykkara egna intranet
Tit fáa brúksrætt á intranetinum, og vit tillaga skipanina til tykkara ynski.
Tykkara litir og leinkjur
Intranetið fær tykkara litir og leinkjur til heimasíðu og Facebook.
Lætt at brúka
Intra er brúkaravinarligt og lætt at nýta, og upplæring í at brúka tað er við.
Kunning, skjøl og meira
Intra hevur m.a. kunning, uppgávur, boð, hugskot, feriukalendara, starvsfólkayvirlit og skjøl.
Fleiri funktiónir
Til ber at fáa aðrar funktiónir á intranetið fyri ein meirkostnað.
Hvat kostar eitt intranet?
Prísurin veldst um, hvat tit hava brúk fyri. Set tykkum í samband við søluna, so gera vit eitt tilboð, sum hóskar til tykkara.
- Hvør ger intranet til kommunur í Føroyum?
- Kodio ger intranetið Intra, sum er ætlað kommunum, almennum stovnum og fyritøkum. Í dag verður Intra brúkt í 200+ intranet loysnum av 20.000+ brúkarum.
- Kann Intra brúkast í Grønlandi?
- Ja. Síðani 2025 hevur Arctic Print selt Intra og veitt stuðul í Grønlandi. Avannaata Kommunia brúkar Intra.
- Kann Intra brúkast í Danmark?
- Ja. Í Danmark kanst tú lesa meira um Intra á intranet.dk.
- Er Intra bara til kommunur?
- Nei. Intra er eisini ætlað almennum stovnum, barnagørðum, ellisheimum, nevndum og fyritøkum.
- Kann intranetið fáa okkara egnu útsjónd?
- Ja. Intranetið fær tykkara litir og leinkjur til heimasíðu og Facebook.
- Fáa vit hjálp at koma í gongd?
- Ja. Upplæring í at brúka intranetið er við, og vit tillaga Intra til tykkara ynski.
- Hvat kostar eitt intranet frá Kodio?
- Prísurin veldst um tykkara tørv. Ring til søluna á +298 20 00 00, so gera vit eitt tilboð.
Set teg í samband við okkum
Tosa við okkara søludeild
Ring til okkara á +298 20 00 00 ella vitja okkum á Heiðavegi 100, 2. hædd, 600 Saltangará. Vit hava opið mánadag til fríggjadag kl. 08.00–16.00. Tú kanst eisini senda okkum boð við forminum her.
