Privatlívspolitikkur

Innleiðsla

Í hesum privatlívspolitikkinum fært tú svar uppá, hvørji vit eru, hvussu vit savna, goyma og nýta tínar upplýsingar, og hvørji rættindi tú hevur hesum viðvíkjandi.

Dátuábyrgdari

Sp/f Kodio
Strandatún 1
490 Strendur

V-tal: 612111

Telefon: 76 50 00
Teldupostur: kodio@kodio.fo

Endamál og heimild fyri viðgerð av persónupplýsingum

Vanligt kundasamskifti

Tá ið tú setir teg í samband við okkum umvegis teldupost ella telefon, innsavna vit upplýsingar um teg. Endamálið við viðgerðini av tínum upplýsingum er:

  • at viðgera og svara tínum boðum
  • at viðgera og svara tínum umbønum
  • at betra um brúkaraupplivingina
  • at umsita tilboð
  • at senda út sjálvvirkandi boð

Viðgerðin av tínum upplýsingum verður gjørd við heimild í §8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini.

Frymil á heimasíðuni

Tá ið tú sendir okkum eini boð umvegis frymilin á forsíðuni, innsavna vit upplýsingar um teg. Endamálið við viðgerðini av tínum upplýsingum er at svara boðum, sum tú sendir okkum umvegis heimasíðuna.

Viðgerðin av tínum upplýsingum verður gjørd við heimild í §8, stk. 1, nr. 6 í dátuverndarlógini.

Starvsumsóknir til lýst starv

Tá ið vit lýsa eitt starv leyst, leggja vit ein frymil á heimasíðuna, har vit innsavna upplýsingar um teg. Endamálið við viðgerini av tínum upplýsingum er at viðgera, hvør er best skikkaður til starvið.

Viðgerðin av tínum upplýsingum verður gjørd við heimild í §8, stk. 1, nr. 2 í dátuverndarlógini.

Sløg av upplýsingum

Vanligt kundasamskifti

  • Fult navn
  • Teldupostur
  • Telefonnummar
  • Starvsheiti
  • Aðrar sjálvbodnar upplýsingar

Frymil á heimasíðuni

  • Navn
  • Teldupostur
  • Telefonnummar

Starvsumsóknir

  • Fult navn
  • Teldupostur
  • Telefonnummar
  • Stutt lýsing um teg sjálvan
  • Aðrar sjálvbodnar upplýsingar

Verða upplýsingarnar fluttar til útlond ella triðjalond?

Tá ið tú sendir okkum eini boð gjøgnum heimasíðuna, verða boðini send ígjøgnum Mandrill, ið goymir eitt avrit av boðunum í 90 dagar. Mandrill er ein tænasta hjá Mailchimp, ið heldur til í USA. Privatlívspolitikkin hjá Mailchimp kanst tú lesa her: https://mailchimp.com/legal/privacy.

Boðini, ið verða send ígjøgnum Mandrill, umframt tey, ið verða send umvegis teldupost, verða síðani goymd á teldupostskipan frá Google, ið m.a. heldur til í USA. Privatlívspolitikkin hjá Google kanst tú lesa her: https://policies.google.com/privacy?hl=en-DK&fg=1

Teldupostsamskifti við verandi og nýggjar kundar, kann eisini verða skrásett í okkara kundaskipan. Skipanin eitur Hubspot og heldur til í USA. Privatlívspolitikkin hjá Hubspot kanst tú lesa her: https://legal.hubspot.com/privacy-policy.

Tá ið tú sendir okkum eina starvsumsókn, verða tínar persónupplýsingar, umframt Mailchimp og Google, goymdar á okkara ambætara frá Digital Ocean, ið er staddur í Hollandi. Privatlívspolitikkin hjá Digital Ocean kanst tú lesa her:https://www.digitalocean.com/legal/privacy-policy.

Hvussu leingi goyma vit tínar upplýsingar?

Vanligt kundasamskifti og frymil á heimasíðuni

Vit goyma persónupplýsingar um teg, so leingi hetta er neyðugt til at røkja endamálið við viðgerðini av teimum. Hava vit einki samband við teg í 18 mánaðar, verða persónupplýsingarnar strikaðar.

Upplýsingarnar vera tó goymdar í longri tíðarskeið, um hetta er álagt í aðrari lóggávu.

Umsókn til lýst starv

Verður umsóknin gingin á møti, vera tínar persónupplýsingar goymdar til 12 mánaðar eftir, at tú ert farin úr starvinum aftur.

Verður umsóknin ikki gingin á møti, vera tínar persónupplýsingar strikaðar 6 mánaðar eftir at starvið er sett.

Tíni rættindi

Sambært dátuverndarlógini, hevur tú nøkur rættindi í samband við viðgerðina av tínum persónupplýsingum. Tú kanst m.a. fáa upplýst, hvørjar persónupplýsingar vit hava um teg, fáa upplýsingarnar strikaðar, undir ávísum treytum.

Tú hevur sambært dátuverndarlógini nøkur rættindi í samband við viðgerina av tínum persónupplýsingum. Rættindini merkja m.a., at tú kanst fáa upplýst, hvørjar persónupplýsingar vit hava um teg, og at tú undir ávísum treytum kanst fáa upplýsingarnar strikaðar.

Ynskir tú at gera eitt av tínum rættindum galdandi, skalt tú gjøgnum teldupost venda tær til gdpr@kodio.fo. Vit seta okkum tá í samband við teg um hvørji rættindi tú ynskir at gera galdandi, umframt at staðfesta tín samleika.

Rætturin til innlit

Tú hevur rætt til at biðja um innlit í teimum persónupplýsingum, sum vit viðgera um teg. Tað merkir, at tú kanst spyrja okkum um, hvørjar persónupplýsingar vit viðgera, til hvat endamál v.m.

Rætturin til mótmæli

Tú hevur rætt til at mótmæla, um tú ert ósamdur í, at ein í ítøkilig viðgerð fer fram. Tað merkir, at upplýsingarnar framhaldandi kunnu nýtast til onnur møgulig lóglig endamál.

Rætturin til rætting

Tú kanst biðja um at fáa persónupplýsingar rættaðar, sum tú ikki meinar eru rættar.

Rætturin til striking

Tú kanst biðja um at fáa persónupplýsingar strikaðar, sum tú heldur, at vit ikki skulu ella kunnu hava skrásettar. Hesin rætturin er ikki endaligur, av tí at ávísar persónupplýsingar ikki kunnu strikast orsaka av aðrari lóggeving, ella um avtala og endamál geva rætt til at goyma persónupplýsingarnar

Rætturin til viðgerðaravmarking

Tú kanst biðja um, at viðgerðin av persónupplýsingunum verður avmarkað. Tað merkir, at persónupplýsingarnar ikki vera strikaðar, men at tær eru nágreinaðar, at tær ikki kunnu viðgerast og at atgongdin til at lesa tær er skerd.

Rætturin til dátuflutning

Tú hevur í summum førum rætt til at fáa tínar persónupplýsingar, sum tú sjálvur hevur givið okkum, fluttar til tín í einum skipaðum, vanliga nýttum og teldutøkum sniði.

Rætturin til ikki at verða profileraður

Tú hevur rætt til ikki at verða profileraður, uttan so at hetta er avgerandi fyri, um ein avtala kann gerast.

Rætturin til at taka samtykki aftur

Um viðgerðin av tínum persónupplýsingum er grundað á títt samtykki, hevur tú til eina og hvørja tíð rætt til at taka títt samtykki aftur.

Um tú velur at taka títt samtykki aftur, ávirkar tað ikki løggildið av okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum fram til afturtøkuna. Um tú tekur títt samtykki aftur, hevur tað bert virknað fyri framtíðina.

Rætturin at klaga

Hevur tú spurningar viðvíkjandi viðgerð av tínum persónupplýsingum, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á gdpr@kodio.fo

Um tú ert ónøgdur við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum, kanst tú bera eina klagu til ella seta teg í samband við Dátueftirlitið. Sambandsupplýsingarnar hjá Dátueftirlitinum finnir tú her: https://dat.fo.