Starvslýsing
Kodio ynskir at styrkja produkt-toymi, og tí søkja vit eftir tveimum mennarum.
Vit eru 22 fólk, harav 9 starvast í vørutoyminum. Okkum dámar struktur, góðsku og eitt gott samskifti.
Vit leita eftir einum backend- og einum frontend mennara, sum kunnu vera við at styrkja okkara toymi enn meira.
Backend mennari
Vit eru í einari tilgongd at umleggja okkara talgilda pall frá PHP til TypeScript. Vit nútímansgera pallin stigvíst og betra um arkitekturin leypandi.
Vit vænta at tú ert ein viðspælari tá góðar tekniskar loysnir skulu finnast og skipanirnar skulu víðarmennast.
Tín uppgáva
- Menna og viðlíkahalda skipanir í Node/Bun
- Mynda og betra um dátugrunnar í Postgres
- Sparra við produkt-toymið at finna góðu loysnirnar
- Betra um skjótleika, bygnað og støðugfesti
- Íkast til at viðlíkahalda og stigvíst betra um PHP skipanir
Ynskiligt er
- At tú hevur minst 3 ára royndir at arbeiða við KT skipanum
- Hevur kunnleika til Postgres og dátugrunnar
- Hevur royndir við multi-tenant arkitekturum
- Ert fúsur at arbeiða við eldri skipanum eftir tørvi
- Hevur grundkunnleika til PHP tøkni
Frontend mennari
Skipanir okkara verða nýttar dagliga av nógvum brúkarum. Brúkaraflaturnar skulu tí verða einfaldar, eins gjøgnum skipanina og skjótar. Her hava sjálvt smálutirnir ein týdning.
Vit hava tó ikki eina lidna sniðskipan enn. Tú verður tí við til at víðarmenna og skipað hesa.
Tín uppgáva
- At byggja og víðarmenna brúkaraflatur í React, React Native og Next.js
- At arbeiða í tøttum samstarvi við backend mennarar og produkt-toyminum
- Betra um brúkbæri, skjótleika og reglusemi á skipanum
- Hava ein virknan leiklut í hvussu skipanir síggja út
Ynskiligt er
- At tú hevur minst 3 ára royndir at arbeiða við React menning
- Hevur eina góða fatan av nýmótans frontend arkitekturi
- Ert tryggur at arbeiða við samansettum B2B verkgongdum
- Sært týdningin í at skipanir eru brúkaravinarligar
- Hevur grundkunnleika til TypeScript tøkni
Hvussu arbeiða vit?
- Okkum dámar einfaldar loysnir
- Okkum dámar at víðarmenna skipanir leypandi
- Okkum dámar at umrøða opið og avgerða sakligt
- Okkum dámar at starvsfólk taka ognarskap í teirra arbeiði
Starvið er á skrivstovu okkara í Saltangará. Vit hava góðar karmar. Eisini eru vit sinnaði at arbeitt verður í fjarstøðu, tá tað er neyðugt.
Ynskir tú at verða við at menna altjóða skipanir? Vit frætta fegin frá tær! Send eina umsókn umvegis frymilin niðanfyri, ella send eini boð til starv@kodio.fo.
Umsóknarfreist: 9. mars 2026